Starvsmannafelagið skrivar undir

Starvsmannafelagið skrivar undir
Lærarafelagið fer heldur ikki í verkfall, og Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur avgerandi fund við Fíggjarmálaráðið seinnapartin.

31.01.2012 - 13:10

Starvsmannafelagið fer seinnapartin at skriva undir sáttmála við arbeiðsgevararnar, og limirnir í Starvsmannafelagnum fara sostatt ikki í verkfall.

Starvsmannafelagið fer at skriva undir ein sáttmála, sum bert er galdandi í eitt ár, og tað hava arbeiðsgevararnir góðtikið.

Lærarafelagið fer seinnapartin tingast við Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um onkrar smávegis broytingar, og sum skilst fer Lærarafelagið eisini at skriva undir nýggjan sáttmála í dag.

Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur enn ikki gjørt av, um tey taka undir við semingsuppskotinum. Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur, at tey fara á fund við Lønardeildina  seinnapartin , og tann fundurin verður avgerandi fyri, um felagið tekur undir við semingsuppskotinum. Eftir fundin við Lønardeildina fer nevndin í felagnum at taka støðu til, um tey góðtaka uppskotið ella fara í verkfall.

Pedagogfelagið er tað einasta av teimum fýra fakfeløgunum í fakfelagssamstarvinum, sum hevur vrakað semingsuppskotið, og í morgun fóru umleið 1900 pedagogar kring landið í verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928