26 mió. kr. afturat til Apoteksverkið

26 mió. kr. afturat til Apoteksverkið
Higartil hevur nýggja framleiðsludeildin í byginginum við Staravegin í Havn kostað 40 milliónir kr., men biðið verður nú um 26 milliónir afturat

31.01.2012 - 11:04

At dagføra heilivágsframleiðsluna í Apoteksverkinum fer at kosta 66 milliónir krónur, og arbeiðið skal verða liðugt næsta ár.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum hevur biðið løgtingið um at játta 26 milliónir krónur afturat til verkætlanina.

Kostnaðarætlanin hevur ikki hildið, og verri enn so.

Tá Apoteksverkið í 2004 fór undir at fyrireika verkætlanina at dagføra heilivágsframleiðsluna í bygninginum á Staravegi 15 í Havn, vísti ein fyribils meting, at kostnaðuri fór at verða 20 milliónir krónur uttan mvg.

Síðani 2006 eru brúktar umleið 40 milliónir krónur, og mett verður, at tað, sum vantar í at fáa framleiðsludeildina lidna, fer at kosta 26 milliónir krónur.

Heilsumálaráðið sigur, at steðgar verkætlanin nú, eru 40 milliónir farnar fyri skeytið.

Við støði í gongdini í málinum hevur Heilsumálaráðið gjørt av, at  neyvari stýring skal fáast á útbyggingina, og ráðið hevur tí heitt á Landsverk um at standa fyri byggingini. Heilsumálaráðið skal eisini hava umboð í bygginevndini. Arbeiðið skal sambært lógaruppskotinum verða liðugt  í 2013.

Apoteksverkið hevur eisini ætlanir um at útvega høli til nýtt apotek á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, men Tórshavnar kommuna hevur útsett ætlanina í óavmarkaða tíð.

Tí er neyðugt at framskunda alt virksemi, sum skal flyta á Staraveg 15, so farast kann undir at effektivisera og umbyggja bygningin hjá Tjaldurs Apoteki á Trapputrøðni, sigur Heislumálaráðið.

Uppskotið um at játta meiri pening til framleiðsludeildina í Apoteksverkinum kemur til 1. viðgerð í tinginum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968