16 børn bíða eftir stuðulsfólkatímum

16 børn bíða eftir stuðulsfólkatímum
Tvær milliónir krónur vanta í fyri at Stuðulsfólkaskipanin kann nøkta tørvin, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum

31.01.2012 - 08:52

Í løtuni bíða 16 børn eftir tímum frá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn.

Talan er um nýggjar umsóknir og umsøkjarar, sum hava fingið partvísa játtan. Nøkur bíða í tvey ár. Tað eru tey, sum søkja um fleiri tímar.

Orsøkin er ov fáir pengar, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, sum hevur svarað einum fyrispurningi frá Jógvani Skorheim, løgtingsmanni.

Sambært Nærverkinum vanta tvær milliónir krónur í fyri at Stuðulsfólkaskipanini fyri børn kann veita allar játtaðar stuðulstímar og nøkta tørvin.

Tað er tó ikki bara ein spurningur um pengar. Tað er eisini ein spurningur um støðugt at skipa og laga virksemið soleiðis til, at meira kann fáast fyri minni. Og tað verður gjørt, sigur landsstýriskvinnan.

Stuðulsfólkaskipanin ætlar at javna býtið av játtaðum tímum yvir alt árið, og samskipa stuðulstímar til ávís børn, sum fáa stuðulstímar alt samdøgrið. Heldur enn at veita stuðulstímar á trimum ella fýra støðum, verða stuðulstímar veittir á einum staði.

Ein annar trupulleiki er ógreiða um myndugleikar og lógir. Børn, sum hava serligar avbjóðingar, verða víst frá einum myndugleika til annan, tí ógreitt er, hvør hevur ábyrgdina av barninum.

Annika Olsen sigur, at hon hevur avgjørt at fáa í lag greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunu, millum Almannamálaráðið og Mentamálaráðið og millum Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366