Arbeiðskvinnurnar taka støðu í morgin

Arbeiðskvinnurnar taka støðu í morgin
Havnar Arbeiðskvinnufelag fer á fund við arbeiðsgevararnar í morgin

30.01.2012 - 15:04

Fjórða fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum, Havnar Arbeiðskvinnufelag, hevur heldur ikki tikið støðu til, um farast skal í verkfall ella ikki, og støða verður ikki tikin fyrr enn í fyrsta lagi í morgin.

Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur við Sosialin, at tey hava játtað eini umbøn um at hittast til fundar við arbeiðsgevararnar í morgin. Og eingin støða verður tikin til semingsuppskotið fyrr enn eftir tann fundin, sigur Vigdis Johannesen.

Starvsmannafelagið hevur seinnapartin havt fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, men eingin støða er tikin til verkfall. Og tað er ikki vist, at arbeiðsgevararnir fáa nakað endaligt svar í dag.

Nú klokkan 15 fóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum aftur á felags fund um støðuna.

Lærarafelagið hevur, sum skilst, góðtikið semjuna, men Pedagogfelagið hevur lýst verkfall í morgin ári.

Mynd: Vigdis Johannesen er forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210