Verður liggjandi leingi afturat

Verður liggjandi leingi afturat
Ikki fyrr enn einferð í heyst verður greitt, um ferðamannaskipið Costa Concordia verður høgt upp ella umvælt

30.01.2012 - 11:09

Vrakið av stóra ferðamannaskipinum, Costa Concordia, verður liggjandi við italsku oynna Giglio leingi aftrat.

Ikki fyrr enn eina ferð í heyst ella næsta vetur verður tað høgt upp ella umvælt, sigur leiðarin á italska tilbúgvingarstovninum, Franco Gabrielli, sum hevur ábyrgdina av at fáa skipið burtur.

Hann sigur, at tað kunnu ganga millum sjey og 10 mánaðir at fáa skipið burtur. Í fyrstu atløgu royna tilbúgvingarmyndugleikarnir at forða fyri eini umhvørvisvanlukku við at taka oljuna úr skipinum.  2.300 tons av dieselolju eru í tangunum. Hetta arbeiðið fer at taka útvið ein mánað, men er seinkað av ringum veðri.

Higartil eru 17 fólk funnin deyð eftir skipsvanlukkuna 13. januar. 15 fólk eru framvegis ikki afturíafturkomin. Fleiri enn 4.200 fólk vóru umborð, tá skipið rendi á ein boga og koppaði ú tfyri italsku Toscana-leiðini.

Felagið, sum eigur skipið, hevur lovað hvørjum ferðafólki í minsta lagi 82.000 krónur í part endurgjaldi, men fleiri sakarmál eru á veg móti eigarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 10 mannafør
209038
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 8 mannafør
209035
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 14-16
209033
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør menn
209031