- Tíðindi, mentan og ítróttur
Björk: Nýggj útgáva innan 24 tímar
Kenda íslendska sangarinnan, Björk, kunngjørdi herfyri, at næsta útgávan, Vulnicura, skuldi koma út í mars, men hetta er ikki longur tilfellið.
Björk hevur á Facebook síðu síni kunngjørt, at útgávan kemur út innan næstu 24 tímarnar. Nýggja fløgan er longu komin á amerikanska iTunes og kemur út til restina av heiminum innan komandi døgnið.
Sambært heimasíðuni "Consequence of Sound" sigst, at fløgan kemur út nú, orsakað einum "leka" á alnetinum. (Tað vil siga, at tað av óvart er endað á alnetinum, red.)
Hóast vit ikki eru komin langt inn í nýggja árið, er hetta aðru ferð í 2015, at ein samsvarandi "leki" hendir. Seinast vóru tað óliðug løg frá fløguni "Rebel Heart" hjá Madonna, sum endaðu á alnetinum.
"Vulnicura" er níggjunda altjóða studiofløgan hjá Björk, síðani "Debut" kom út í 1993.
Kelda: consequenceofsound.net
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |