- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins mest brúktu loyniorð
Eftir eitt ár við fleirtals álopum frá teldusníkum og dátalekum, eru brúkarar á netinum kortini ikki blivnir betri til at velja eitt gott loyniorð á netinum. Tað vísir listin yvir tey mest brúktu loyniorðini í 2014, sum virkið, SplashData, júst hevur útgivið, skrivar DR.
Listin yvir mest brúktu loyniorðini verður givin út á hvørjum ári. Listin byggir á upplýsingartilfar frá dátalekum, sum hava verið gjøgnum farna árið. Tað vil siga loyniorð, sum onnur hava brúkt og síðan stolið.
Hóast talan er um eyðsýnd loyniorð so sum 123456 og abc123, so eru tað kortini als ikki allir brúkarar, ið hava verið úti fyri álopi frá teldusníkum, sum hava hesi loyniorð. 25 mest brúktu loyniorðini niðanfyri fevna bara um 2,2% av samlaðu mongdini av loyniorðum, sum hava verið úti fyri álopi frá teldusníkum.
Vanliga verður mælt til, at mann velur lang loyniorð, sum bæði innihalda tøl, bókstavir og tekn. Og so skal mann heldur ikki brúka somu loyniorð umaftur.
Er tað ov torført at minnast til øll loyniorðini, kann mann brúka ymisk forrit, sum goyma tíni loyniorð trygt m.a Lastpass og 1Password.
Her er listin við mest brúktu loyniorðunum í 2014:
- 123456
- password
- 12345678
- qwerty
- abc123
- 123456789
- 111111
- 1234567
- iloveyou
- adobe123
- 123123
- admin
- 1234567890
- letmein
- photoshop
- 1234
- monkey
- shadow
- sunshine
- 12346
- password1
- princess
- azerty
- trustno1
- 000000
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |