Arbeiðsloysi er 6,5 prosent

Arbeiðsloysi er 6,5 prosent
Arbeiðsloysið í fjør var kortini minni enn árið fyri, tá gott 100 fólk fleiri vóru arbeiðsleys

26.01.2012 - 16:38

Í desember høvdu 1768 fólk einki arbeiði, og arbeiðsloysi var 6,5 prosent. Talan var um 900 konufólk og 868 mannfólk, upplýsir Hagstovan.

Arbeiðsloysið var kortini minni enn fyri einum ári síðani, tá 103 fleiri vóru arbeiðsleys.

Eftir at Fiskavirking fór á húsagang í desember í fjør, mistu nógv fólk arbeiði, og tí vóru 398 fleiri fólk arbeiðsleys í februar í fjør enn í desember.

Arbeiðsloysið minkaði í summar, men síðani í september í fjør eru 184 fólk fleiri vorðin arbeiðsleys. Arbeiðsloysið er størst millum tey elstu á arbeiðsmarknaðinum, men lægst millum tey, sum eru millum 35 og 55 ár, upplýsir Hagstovan.

Sambært ALS fingu 1767 fólk arbeiðsloysisstuðul í dag, 884 kvinnur og 883 menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815