- Tíðindi, mentan og ítróttur
Real Madrid er aftur heimsins ríkasta fótbóltsfelag
Real Madrid er fyri 10. árið á rað heimsins ríkasta fótbóltsfelag, skrivar DR.
Spanska fótbóltsfelagið hevði í 2013/14-sesongini ein umsetning á 549,5 milliónir evrur, sum svarar til 4,1 milliardir krónur.
Sigurin á Atlético Madrid í Champions League finaluni í fjør er komin væl við peningaliga hjá Real Madrid.
Umsetningurin øktist við 30,6 milliónum evrum, sum svarar til 230 milliónir krónur, frá 2012/13 til 2013/14. Økingingin kemur fyrst og fremst av størri inntøkum av lýsingum og eisini størri inntøkum av teirra transmissiónsrættindum.
United er nummar tvey
Sambært Deloitte er Real Madrid fyrsta fótbóltsfelagið í heiminum, sum hevur klárað at fáa eina árliga inntøku á 200 milliónir evrur (1,5 milliardir krónur) bara av transmissiónsrættindum.
Sjálvt um Manchester United ikki hevur havt størstu løturnar á vøllinum seinastu tíðina, so er felagið kortini nummar tvey á listanum hjá Deloitte.
United yvirhálar Bayern og Barcelona við einum umsetningi á 518 milliónir evrur (3,9 milliardir krónur).
Nummar trý á listanum eru Bayern München (3,6 milliardir krónur) og FC Barcelona (3,6 milliardir krónur), og nummar fýra er Paris Saint-Germain (3,5 milliardir krónur).
20 tey størstu feløgini høvdu tilsamans ein umsetning á 42 milliardir krónur seinasta roknskaparár. Hetta svarar til eina øking á 6 milliardir krónur bara upp á eitt ár.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |