Sita enn á fundi

Sita enn á fundi
Fakfeløgini viðgera í løtuni svarið frá arbeiðsgevarunum

26.01.2012 - 14:23

Tey fýra feløgini í fakfelagssamstarvinum sita framvegis á fundi og viðgera svarið, sum tey fingu frá arbeiðsgevarunum fyri middag. Men einki fæst at vita um brævaskiftið millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar, heldur ikki, um fakfeløgini hava fingið nakra freist at svara arbeiðsgevarunum.

Eftir at fakfeløgini høvdu havnað semingsuppskotinum í gjárkvøldið, fóru tey á fund, og um átta tíðina í gjárkvøldið boðaði forkvinnan í Starvsmannafelagnum frá, at feløgini fóru at senda sáttmálapørtunum, t.e. Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, eitt skriv, sum tey vildu hava arbeiðsgevararnar at svara í seinasta lagi á middegi í dag.

Svarið komið eisini fyri middag, og sambært Heðini Mortensen, formanni í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, er talan um onkrar smálutir, sum ikki vóru við í semingsuppskotinum.

Útvarpið væntar at fáa eina viðmerking frá fakfeløgunum í tíðindasendingini klokkan 15

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776