Koma við alternativari fíggjarlóg

Koma við alternativari fíggjarlóg
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gera sína egnu fíggjarlóg, sum gevur munandi minni hall enn uppskotið hjá samgonguni

20.01.2012 - 16:19

Andstøðuflokkarnir í fíggjarnevndini fara at leggja fram uppskot um eina alternatvia fíggjarlóg, tá fíggjarlógaruppskotið kemur til 2. viðgerð í tinginum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at talan verður um eitt fíggjarlógaruppskot, ið hevur munandi minni hall enn uppskotið hjá samgonguni. Andstøðan fer at raðfesta fleiri mennandi og vakstrarskapandi íløgur kring landið, útreiðsluvøksturin skal skerjast og nýggjar inntøkur finnast.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi siga, at neyðugt er at fremja nýskipanir í samfelagnum, innan almenna fyrisiting, kommunur, skúlar, pensjón og fiskivinnu.

Eisini er neyðugt við eini skattaumlegging, sum vendir sosialt rætt, siga flokkarnir.

Alternativa fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, samstundis sum álitið frá figgjarnevndini verður lagt fram.

Fíggjarnevndin er liðug at viðgera fíggjarlógaruppskotið, og ætlanin er at leggja álitið fram seinnapartin mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290