70 ár síðan Auschwitz

70 ár síðan Auschwitz
Í dag eru 70 ár síðan, at fangarnir í Auschwitz sluppu leysir. Í tí sambandi verða minningarhald hildin kring knøttin
27.01.2015 - 17:45

Í dag eru 70 ár síðan, at seinastu fólkini vórðu leyslatin frá týningarleguni, Auschwitz, í Póllandi. Dagurin, tá ið Holocaust fekk ein enda, verður bæði mintur aftur á við gleði og sorgblídni.

 

Fleiri enn 7.650 fólk líktust livandi beinagrindum orsakað av føðslutroti, tá tey henda kalda januardag í 1945 vórðu leyslatin.

 

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týndir. Í Auschwitz týningarleguni vórðu umleið ein millión fangar týndir.

 

Dagurin í dag er blivin sera viðkomandi og hevur elvt til kjak eftir seinastu álopini á jødiskar synagogur, jødiskar skúlar og á jødiska handilsmiðstøð í París herfyri.

 

Minningarhald

Í samband við almenna minningardagin um Holocaust, skipar Vinafelagið Føroyar – Ísrael fyri minningarløtu í Østrøm kl. 19.30. Til hesa løtuna kemur Shmulik Fried úr Ísrael at greiða frá felagsskapinum, Keren Hayesod, sum síðan 1920 hevur hjálpt jødum heim til Ísraels og hjálpt teimum til rættis í heimlandinum. 

 

Les meira um minningarløtuna hjá Vinafelagnum Føroyar - Ísrael á shalom.fo.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.