Nýggj lóg mátti gerast fyri bilplássið

Nýggj lóg mátti gerast fyri bilplássið
Vinnumálaráðið noyddist at gera eina nýggja lóg fyri parkeringsviðurskiftini, tá flogvøllurin í Vágum varð útbygdur í 2014
Tá Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin, noyddist Vinnumálaráðið at gera eina lóg um tað
 
28.01.2015 - 08:14

Tá Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin, noyddist Vinnumálaráðið at gera eina lóg um tað.

Lógin er sera stutt, hon sigur bara, at P/F Vága Floghavn hevur rætt uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um brúkarar og ánarar av akførum við tí endamáli, at krevja inngjald fyri nýtslu av parkeringarøkinum hjá P/F Vága Floghavn. Uppskotið er til hoyringar í løtuni.

Vága Floghavn hevur gjørt eina skipan sum ta ið undirsjóvartunlarnir hava. Myndir verða tiknar av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið. Vága Floghavn fær síðani at vita frá Akstovuni, hvør eigur bilin, og so verður rokning send.

Skipanir samanknýttar í hálvt ár

Skipanin hjá Akstovuni og skipanin hjá Vága Floghavn hava verið samanknýttar síðan juni í fjør. Men Dátueftirlitið hevur staðfest, at sambært persónsupplýsingarlógini skal P/F Vága Floghavn hava heimild í lóg fyri at seta nýggju parkeringarskipanina í gildi, tí upplýsingar í henni verða samankoyrdar við upplýsingar hjá Akstovuni.

P/F Vága Floghavn væntaði í fjør at fáa 1,4 mió. kr. frá teimum, sum brúka bilplássið við flogvøllin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116