Heilivágur fyri bløðrubruna gagnleysur

29.01.2015 - 10:50
InnlendisHeilsa
Heilivágur fyri bløðrubruna gagnleysur
Heilivágurin, sum føroyskar kvinnur ofta brúka fyri bløðrubruna, er í nógvum førum óvirkin, sigur føroyskur granskari

Orsøkin, til at heilivágurin ofta er óvirkin, er, at bakteriurnar eru blivnar mótstøðuførar ímóti heiliváginum.

Tað sigur granskarin, Marita Debess Magnussen, sum er medisinskur mikrobiologur og Ph.D-lesandi. Hon hevur kannað mótstøðuførið hjá bakterium í Føroyum.

Sulfa er ein tann mest brúkti heilivágurin fyri bløðrubruna. Men 40 prosent av kvinnunum, sum fáa Sulfa, noyðast aftur til læknan, tí heilivágurin virkar ikki, sigur Marita Debess Magnussen.

Hon heldur, myndugleikarnir í Føroyum áttu at sett í verk ein antibiotika politikk, soleiðis at tað var eitt skipað eftirlit við antibiotika mótstøðuføri hjá bakterium.

(Heilivágurin á myndini er ikki umrøddi heilivágurin)

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444