VIDEO: Reytt kort kann kosta steypafinalu

VIDEO: Reytt kort kann kosta steypafinalu
Birita Wardum hjá Neistanum fekk reyða kortið í dystinum móti Kyndli. Hon fær møguliga leikbann til steypafinaluna leygardagin
02.02.2015 - 13:40

Enn er ikki greitt, um reyða kortið, sum Birita Wardum fekk sunnudagin, fer at geva karantenu.

in.fo skrivar í dag, at reglurnar eru ikki greiðar.

Í einum brotið stendur soleiðis:

Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í lands- ella steypakappingini, skulu avgreiða leikbannið í fyrst komandi í fremstu deild, uttan mun til, um hann er lands- ella steypakappingardystur ella vanligur 1. deildardystur.

Men í reglunum stendur eisini soleiðis:
 
Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping, skulu avgreiða leikbann komandi landskappingardysti í fremstu deild í verandi kapping. Leikbann kann sostatt ikki avgreiðast í landssteypadysti.

Tað verður Aganevndin, sum ger av, um Birita Wardum fær karantenu til steypafinaluna, skrivar in.fo

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961