Fuglastovnurin í vanda

Fuglastovnurin í vanda
Gransking vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1/3, so minkar talið av pisum í stórum
Sildberi
Mynd: hav.fo  
 
04.02.2015 - 07:05

Ein heimsumfatandi kanning vísir, at um fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, fer niður um 1/3, so minkar talið av pisum í stórum. Eisini sveiggini gerast størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast.

Fer fiskastovnurin niður um hetta markið, fær fuglurin ikki fatur á nóg nógvum fiski til sín og pisurnar. Tað skrivar hav.fo.

Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vist-skipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan.

Nebbasildin avgerðandi týdning

Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið.

Yngulkanningar verða tó gjørdar, og tær geva ábending um, hvussu stendur til, og harafturat hava vit fuglateljingar, sum eisini kunnu hjálpa til. Sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild t.d. lomviga, lunda, ritu og ternu.

Tí kann sigast, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið undir 1/3 av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta.

Helst hevur nebbasildastovnurin verið munandi minni summi av árunum, tí magakanningar av toski vísa, at heldur ikki toskurin hevur fingið fatur á nógvari nebbasild. Toskurin hevur tó funnið meira nebbasild seinastu árini, men enn er lítil bati at síggja í sjófuglinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938