Avgerð fallin í prestamálinum í Nes sókn

Avgerð fallin í prestamálinum í Nes sókn
Avgerðin um at seta Ova Brim í starv sum nýggjan sóknarprest í Nes sóknar prestagjaldi stendur við
Ove Brim verður prestur í Nes sóknar prestagjaldi
Mynd: savnsmynd  
 
05.02.2015 - 10:15

Tað er niðurstøðan, nú ein drúgv kæruviðgerð er endað. 

Avgerðin um at seta Ova Brim í starv sum sóknarprest varð kærd 28. november í fjør. Kærarin, sum var ein av umsøkjarunum, metti millum annað, at fleiri limir í setanarbólkinum vóru ógegnigir. 

Í kæruni vísir hann á fleiri viðurskifti. Eitt nú, at deknurin í kirkjuni er pápi Ova Brim. Formaðurin í Kirkjuráðnum er systkinabarn pápa Ova Brim, og annar deknur í kirkjuni er kona kirkjuráðsformannin. Ein annar kirkjuráðslimur er beiggi konu formannin í Kirkjuráðnum. 

Men Mentamálaráðið heldur ikki, at tilknýtið til limirnar í setanarbólkinum er so nær, at talan er um ógegni. 

Tað eru bert tvey av teimum fýra, sum kærarin nevnir, sum sita í setanarbólkinum. Ein er systkinabarn pápa umsøkjaran, og ein er svágdur systkinabarnið hjá umsøkjaranum. Tað heldur mentamálaráðið ikki ger limirnar ógegnigar.

Ein samdur setanarbólkur mælti upprunaliga til, at Ove Brim var settur í starvið. Men Ove Brim náddi ikki at verða innsettur, áðrenn kært var um setanina. 

Tað er landsstýrismaðurin, sum setur prestar í starv. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482