Norska barnaverndin minnir um Lebensbornætlanina

Norska barnaverndin minnir um Lebensbornætlanina
Tað er forsetin í Kekkia, Milos Zeman, sum samanber norsku barnaverndartænastuna við Lebensbornætlanina hjá nazistunum undir krígnum
Norska barnaverndin minnir um Lebensbornætlanina
Mynd: commons.wikimedia.org  
 
11.02.2015 - 08:29

Milos Zeman skuldsetur norsku barnaverndartænastuna fyri at taka tjóðskapin frá kekkiskum børnum, sum eru undir norsku tænastuni.

Orsøkin til orðini hjá kekkiska forsetanum koma av, at norska barnaverndartænastan í 2011 tók tvey børn frá eini mammu úr Kekkia, sum búði í Noreg, og sum eftir øllum at døma ikki megnaði at fostra synirnar. Málið hevur fingið drúgva umrøðu í miðlunum í Kekkia.

- Dreingirnir eru settir í pleygu hjá norskum familjum, sum ala teir upp eftir nazistiskari fyrimynd. Mamman sleppur at síggja dreingirnar tvær ferðir um árið, eitt korter hvørja ferð. Hon fær ikki loyvi at tosa kekkiskt við teir, og tá minnir tað um Lebensborn ætlanina hjá nazistunum, sigur kekkiski forsetin við miðlar í Kekkia.

Norska samfelagið tekur kekkiska tjóðskapin frá dreingjunum, og elur teir upp til at gerast norðmenn. Tað er ikki í tráð við ynskini hjá mammuni, sigur kekkiski forsetin.

Kjetil Moen í norsku barnaverndartænastuni sigur við norskar miðlar, at hann ikki vil gera viðmerkingar til málið, tí orðini hjá forsetanum tala fyri seg sjálvan.
Tað var Heinrich Himmler, sum gav boð um týsku Lebensborn-ætlanina undir seinna heimsbardaga. Endamálið var at styrkja norðurlendsku rasuna í týska fólkinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097