Anita møguligt fútamál

Anita møguligt fútamál
Hóast Sjóvinnustýrið fríggjadagin almannakunngjørdi frágreiðing um vanlukkuna, tá garnaskipið Anita misti ein mann, er øll kanningin ikki liðug
Sjóvinnustýrið ikki liðugt við kanningina um garnaskipið Anitu
Mynd: Savnsmynd  
 
12.02.2015 - 08:29

Hóast Sjóvinnustýrið fríggjadagin almannakunngjørdi frágreiðing um vanlukkuna fyri júst einum ári síðani, tá garnaskipið Anita misti ein mann, er Sjóvinnustýrið ikki liðugt við málið enn.

Sjóvinnustýrið kannar nú, um lógir, kunngerðir ella aðrar reglur um trygd á sjónum vórðu brotnar á Anitu. Verður niðurstøðan tann, at trygdin hjá manningini ikki var í lagi, kann Sjóvinnustýrið lata fútanum málið. - Men so langt eru vit ikki komin enn, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Sambært sjóvanlukkufrágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum vóru arbeiðsumstøðurnar á dekkinum eftir øllum at døma ótryggar, tí órudd var á dekkinum og ikki bar til at ganga á øllum arbeiðsøkinum. Harafturat var veðrið vánaligt um kvøldið 11.februar í fjør, tá vanlukkan hendi. Vindferðin var 20-25 m/sek., og alduhæddin var fimm til átta metrar. Veðrið hevði verið vánaligt í nógvar dagar. Óruddið á dekkinum hevur eftir øllum at døma kravt meira enn vanligt umhugsni av teimum, sum arbeiddu har.

Tá vanlukkan hendi, hevði maðurin, sum bleiv fastur í einum trossa, verið á vakt í næstan 16 tímar og tað kann hava gjørt, at hann hevði ilt við at hugsavna seg um arbeiðið. Ar atbeiða 16 tímar og hava átta tíma frívakt er í lagi sambært reglunum. Men slíkt áhaldandi arbeiði krevur góðar umstøður og gott veður, stendur í frágreiðingini hjá Sjóvinnustýrinum. Eingin knívur var beint við, har sum maðurin fór fyri borð. Hinir, sum vóru á dekkinum, hildu, at tað hevði kunnað bjargað manninum, um knívur var beint við, so maðurin kundi skerast leysur.

Sjóvinnustýrið staðfestir, at samskiftistrupulleikar vóru á Anitu, tí menn tosaðu ymisk mál. Fýra mál vóru brúkt, føroyskt, spanskt, enskt og indonesiskt. Sagt verður eisini, at hinir á dekkinum ætlaðu at kasta ein bjargingarring eftir manninum, men teir fingu ikki ringin leysan. Vanlukkan hendi, tí fløkja kom í gørnini, meðan tey fóru út. Maðurin, sum fór fyri borð, ætlaði at greiða fløkjuna og traðkaði niður í ein lykkju, sum lá niður á reiðskap, pakkitilfar og vatnfløskur, skrivar Sjóvinnustýrið í sínari frágreiðing.

 

Les eisini: VØRN: Dagbókin hjá Anitu varð ikki góðkend

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852