Várframsýningin 2015

Várframsýningin 2015
Brennur eitt listafólk í tær? Her ber til at lesa um, hvussu tú kanst lata tíni verk inn til metingar til ársins várframsýning, sum byrjar 10. apríl
16.02.2015 - 22:15

Um Várframsýningina 2015

 

Aftur í ár verður várframsýning, har listafólk fáa møguleika at hyggja at og meta um verkini hjá hvørjum øðrum. Ársins várframsýningin er opin frá 10. apríl til 4. mai. 

 

Skipað hevur verið fyri Várframsýning á hvørjum árið síðani 1990. Eins og fyrr er ein nevnd, sum skipar fyri og velur verkini, ið verða sýnd. Í ár sita Ole Wich, Sigrun Gunnarsdóttir og Jóhan Martin Christiansen í úrvalsnevndini.

 

Eisini verður, sum nakað nýtt, skipað fyri "salong", ið er eitt tiltak fyri luttakandi listafólk, har ið nevndin greiðir frá teimum valunum, tey hava tikið fyri sýningina og gevur listafólkunum høvi at kjakast um verkini.

 

Soleiðis letur tú tíni verk inn

  • Øll kunnu lata verk inn, bæði einstaklingar og bólkar.
  • Til ber at lata í mesta lagi tíggju verk inn.
  • Fýra myndir latast inn fyri hvørt verki. Videoverk og annað líknandi, kann latast inn sum ein leinkja til eina heimasíðu, har ið greitt verður frá, júst hvat verk verður latið inn til metingar.
  • Verk skulu ikki vera eldri enn tvey ár.

Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Digitalar myndir av verkunum skulu sendast til varfram@gmail.com í seinasta lagi sunnudagin 22. mars. Myndirnar skulu vera av góðari góðsku. Hvør fíla skal verða navngivin við navni á listafólki og nummari. 

 

Onnur krøv

 

Umframt taðið omanfyri stendur, skal hetta eisini sendast inn saman við verkunum:

  • Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafisk verk, foto, vide osv.), tilfari, longd prísi og annars aðrar viðkomandi upplýsingar.
  • Ein listi við navni á listafólki, telefonnummari og telduposti.
  • Stutt frágreiðing (fimm-tíggju linjur) um tankarnar handan verkini.
  • Er teknisk útgerð, skal hon latast inn saman við verkinum. Set teg í samband við nevndina um neyðugt.

 

Aftan á tú hevur latið inn

 

Avgerðin hjá nevndini verður send umvegis teldupost, og verður svar sent út seinasta lagi 29. mars. Útvald verk skulu latast inn til Listasavn Føroya týsdagin 7. apríl. Verkini eru tryggjað. meðan tey verða sýnd fram.

 

Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latið Listasavni Føroya. Tískil skal hetta vera íroknað príslistanum til verkini. Nevndin hevur fullan rætt til at disponera yvir framsýningini, og hvussu verk verða hongd upp. Eru spurningar, ber til at seta seg í samband við varfram@gmail.com

 

Eitt framúrskarandi høvi

 

Várframsýningin bjóðar ungum listafólkum, bæði óroyndum og royndum, ein einastandandi møguleika at gera vart við seg og at vísa fram tað, ið tey hava at bjóða. Tak kjansin og set tín dám á føroyska listaheimin við at senda tíni verk inn til metingar.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.