Angrar tú tína tattovering?

Angrar tú tína tattovering?
Nýtt krem skal beina tína tattovering burtur tryggari, vakrari og bíligari
19.02.2015 - 20:00

Ein ungur kanadiskur lesandi hevur framleitt nýtt krem, ið skal strika tattoveringar. At fáa eina tattovering burtur kann bæði vera pínufult og úrslitið ljótt. Men ungi PhD næmingurin, Alec Falkenham, hevur uppfunnið nýtt krem, ið skal loysa trupulleikan at fáa eina tattovering burtur bæði bíligari, smidligari og við vakrari úrsliti. 
 

Vanliga verður ein tattovering reinsað við lasaraviðgerð. Men tað er ein sera óheppin viðgerð, ið er pínufull, gevur arr og kostnaðarmikil. Nýggja kremið hevur nærum ongi hjáárin, tí kremið ávirkar ikki frísku kyknurnar, sigur Alec Falkenham. 

 

 

Soleiðis virkar kremið

Tá ið tú fært tær eina tattovering, verður blekk koyrt í kyknurnar. Nakrar kyknur royna síðan at eta blekkið og flyta tað til lymfurnar. Nakrar kyknur ov-eta seg og verða sostatt verandi í húðini. Hetta ger, at tattoveringin verður standandi.
 

Nýggja kremið hjá Falkenham inniheldur líknandi kyknur, ið skulu eta gomlu kyknurnar, sum eru fyltar við blekki. Gongdin virkar sostatt á sama hátt, sum tá tú fekst tær tattoveringina fyrstu ferð. Hetta kann taka langa tíð, men tattoveringin fánar so líðandi.  


Tryggari, vakrari og bíligari

Umframt at hetta er tryggari máti at sleppa sær av við eina tattovering, so er hetta eisini nógv bíligari. Falkenheim metir, at kremið fer at kosta umleið $4,5 , og røkkur tað til 100 fersentimetrar, ið svarar til flatuna á smølu síðuni á einum mjólkapakka. 
 

Kremið hevur sostatt nærum ongi hjáárin, tað er tryggari enn lasaraviðgerð, tað gevur nærum ongi arr, og tað er nógv bíligari enn lasaraviðgerð. 
 

Kremið, ið skal beina gamlar tattoveringar burtur, er enn á granskingarstøði. Men gongur alt eftir vild, so kemur kremið tó skjótt út á marknaðin. 



Kelda: The Independent

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.