VIDEO: Her fer fiskur fyri borð, siga norðmenn

VIDEO: Her fer fiskur fyri borð, siga norðmenn
Norska fiskiveriðueftirlitið hevur tikið hesar myndirnar, sum fiskiveriðueftirlitið sigur, vísa, at fiskur var tveittur fyri borð á Ennibergi.
Kystvakta
Enniberg í norskum sjógvi
20.02.2015 - 12:15

Talan er um tosk ella upsa og kongafisk, sigur Thomas Darell, politiinspektørur í Hammerfest, hagar Enniberg kom klokkan seks í gjárkvøldið eftir boðum frá norska fiskiveiðieftirlitinum.

Hann leggur tó aftrat, at talan er ikki um nógvan fisk, sum skal vera farin útaftur. Men í Noregi er forboð fyri at blaka fisk út yvirhøvur.

Myndirnar nóg gott prógv

Myndirnar frá flogfarinum eru nóg gott prógv fyri at geva skiparanum sektaruppskot og reiðaríinum krav um virðið á fiskinum, sum var í hálinum hjá Ennibergi, áðrenn myndirnar vórðu tiknar, sigur Thomas Darell.

Kunnu vænta stóra bót 

Thomas Darell sigur, at vanliga plagar skiparin at fáa millum 15.000 og 30.000 kr. í bót fyri slikt brot sum hetta, og so kemur virðið á fiskinum í aktuella trolinum afturat.

Tá vit tosaðu við Thomas Darell, hevði skiparin ikki fingið sektaruppskotini, men sum skilst er talan um 430.000 kr. tilsamans.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870