- Tíðindi, mentan og ítróttur
Birdman bleiv besti filmur
And the Oscar goes to… ’Birdman’
Tað bleiv sagt ofta í nátt til handanirnar av Oscarvirðislønunum. Filmurin ’Birdman’ fekk nevniliga heilar fýra Oscar.
Áðrenn handanina varð spáað, at stóru vinnararnir fóru antin at vera filmurin ’Birdman’ ella filmurin ’Boyhood’. Men ’Birdman’ endaði sum stóri vinnarin, ímeðan Boyhood bert fekk eina Oscarvirðisløn heim við.
Her er eitt yvrlit yvir, hvør filmur, hvør leikari og hvør filmstjóri fekk Oscarvirðisløn í nátt:
Besti filmur:
Birdman
Besti leikstjóri:
Alejandro G. Iñárritu (Birdman)
Besta sjónleikarinna (høvuðsleiklutur):
Julianne Moore (Still Alice)
Besti sjónleikari (høvuðsleiklutur):
Eddie Redmayne (The Theory of Everything)
Besta sjónleikarinna (hjáleiklutur):
Patricia Arquette (Boyhood)
Besti sjónleikari (hjáleiklutur):
J.K. Simmons (Whiplash)
Besti útlendski filmur:
Ida (Pólland)
Harumframt fór filmurin ’The Grand Budapest Hotel’ avstað við smærru Oscarvirðislønunum. Filmurin vann nevniliga fyri besta make-up, bestu búnar, besta framleiðslusnið og besta orginaltónleik.
Her kanst tú lesa yvirlitið yvir allar virðirslønirnar, ið vórðu handaðar í nátt: http://oscar.go.com/nominees
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |