Andstøðan ikki fingið fundarboð

bannari
Andstøðan ikki fingið fundarboð
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sagt, at allir andstøðuflokkarnir skulu tingast við samgonguna um fiskivinnunýskipan í hesi vikuni
Høgni Hoydal í Tjóðveldi bíðar eftir fundarboðum frá Jacobi Vestergaard
 
24.02.2015 - 14:04

Andstøðuflokkarnir hava onga innbjóðing fingið um at koma til tingingar um nógv umrøddu fiskivinnunýskipanina.

Hvørki Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ella Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hava fingið nakra innbjóðing frá samgonguni, søgdu teir fyri løtu síðani.

Tað var annars fríggjadagin, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, bríkslaði til seinasta umfar í drúgvu tilgongdini at fáa eina nýskipan av fiskivinnuni.

Hann segði við útvarpið, at andstøðan í felag skuldi koma til tingingar í hesi vikuni.

14 dagar

- Eg havi ætlan um, at lógaruppskotið skal verða liðugt og sent til hoyringar um einar 14 dagar, segði Jacob Vestergaard fríggjadagin, og legði afturat, at Fiskimálaráðið longu er farið undir at orða uppskotið.

Men í gjár varð hendan deadline vrakað av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni. Hann segði við útvarpið í gjárskvøldið, at andstøðan skal hava ein "fair" møguleika at koma til veruligar samráðingar, og at 14 dagar frá seinasta fríggjadegi er ov tepur freist.

Løgmaður legði afturat, at hann vil hava breiða semju um nýskipanina, og at tað merkir, at í øllum førum annar av stóru andstøðuflokkunum - altso annaðhvørt Javnaðarflokkurin ella Tjóðveldi - skulu vera við, umframt teir smáu flokkarnir.

Men enn hevur andstøðan ikki fingið fundarboð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493