300 fáa skattarokning frá Taks

300 fáa skattarokning frá Taks
Talan er um fólk í eftirlønaraldri, sum fáa eftirløn úr Danmark, men búgva í Føroyum
 
24.02.2015 - 15:25

300 fólk fáa í næstum skattarokning frá TAKS, tí tey hava ikki rindað skatt av eftirløn, sum tey hava fingið útgoldnað í Danmark.

Talan er fyri tað mesta um fólk í eftirlønaraldri, sum eru búgva í Føroyum, sigur Taks á heimasíðu sínari. 

Sambært upplýsingum frá donsku skattamyndugleikunum hava hesi fólkini í 2012 og 2013 fingið eftirløn útgoldnað í Danmark, sum tey ikki hava goldið skatt av í Føroyum. 

Skal gjaldast, har tú býr

Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark skal eftirløn skattast í landinum, har ein er býr, og tí skulu fólk, sum búgva her, men fáa eftirløn úr Danmark, rinda skatt til Taks.

Av tí at talan er um eftirlønarinntøkur, roknar Taks við, at hesi fólkini eisini hava havt inntøkurnar í 2014. Tískil fáa hesi somu 300 eitt bræv við áheitan um at lata sjálvuppgávu inn fyri 2014. 

Tað brævið sendir TAKS út fyrst í mars mánaði. 

Grundin til, at TAKS hevur fingið hópupplýsingar frá donsku skattamyndguleikunum, er ein norðurlendsk verkætlan, har norðurlendsku skattamyndugleikarnir arbeiða fram ímóti at veita hvør øðrum lættari atgongd til neyðugar skattaupplýsingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375