Mærsk selur partabrøvini í Danske Bank

Mærsk selur partabrøvini í Danske Bank
Felagið hevur átt stóran part av partabrøvunum í bankanum síðani 1928
 
25.02.2015 - 10:39

Danska reiðaríið A.P. Møller Mærsk hevur gjørt av at selja øll síni partabrøv í Danske Bank.

Tað boðar felagið frá í ársfrágreiðingini fyri 2014, skrivar Danmarks Radio. 

- Tað hevur í longri tíð verið eitt ynski frá okkara partaeigarum um at selja partabrøvini í Danske Bank, sigur Michael Pram Rasmussen, nevndarformaður í A.P. Møller Mærsk.

A.P. Møller Holdning, sum eigur AP Møller Fonden, eigur nú størsta partin í AP Møller Mærsk. 

A.P. Møller Mærsk hevur síðani 1928 átt stóran part av partabrøvunum í Danske Bank. Felagið hevur átt 15 prosent av samlaða kapitalinum í bankanum

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781