Fiskaðu 3.335 tons á Flemish Cap

Fiskaðu 3.335 tons á Flemish Cap
Øll 10 skipini fingu nakað burturúr, sæst í uppgerðini, sum Vørn hevur gjørt.
Váðasteinur var eitt av línuskipunum, sum fiskaði á Flemish Cap
 
25.02.2015 - 15:52

Tey fýra línuskipini og teir seks trolararnir, sum royndu á Flemish Cap, fingu øll nakað burturúr í ár.

Tey fiskaðu tilsamans 3.335 tons, og mestsum alt var toskur. Tað vísir endaliga uppgerðin av fiskiskapinum, sum Vørn hevur gjørt.

Trý línuskip frystu fiskin umborð. Best lá fyri hjá Klakki, sum fiskaði 676 tons.  Kambur fiskaði 573 tons og Eivind 569 tons. Tey trý skipini landaðu einaferð í St. Pierre, og tey fiskaðu millum 8 og 10 milliónir kr. í Nýfundlandi.

Línuskipið Váðasteinur, sum ísar fiskin umborð, fiskaði tilsamans 285 tons. Hann var ein túr í Føroyum og avreiddi 250.000 pundfyri 1,8 milliónir kr. Skipið verður aftur í Føroyum til landingartíð í morgin, og hevur boðið 220.000 pund til sølu fyri 1,4 milliónir kr.

Fær Váðasteinur sum ætlað fyri fiskin, so hevur skipið fiskað fyri 3,2 milliónir kr. í Nýfundlandi.

Seks trolarar

Seks trolarar vóru eisini á Flemish Cap.

Brestir, Sjagaklettur og Vesturleiki frysta fiskin umborð, og teir vóru teir fyrstu á Flemish Cap.

Sjagaklettur fiskaði 297 tons, Brestir 276 tons og Vesturleiki fiskaði 260 tons.

Føniks, Falkur og Heykur, sum ísa fiskin umborð, vóru nakað seinni á veg, og teir fiskaðu bert í millum trý og fýra samdøgur.

Føniks fiskaði 139 tons, Heykur 131 og Falkur fiskaði 130 tons.

Sostatt er líkt til, at øll skipini fingu nakað burturúr at fara á toskaveiðu á Flemish Cap í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083