Árligi móðurmálsdagurin verður 25. mars

Árligi móðurmálsdagurin verður 25. mars
Móðurmálið setast í miðdepilin fastan dag um árið, 25. mars, á føðingardegi Vencil Ulrikus Hammershaimbs
Orðasavnið hjá V. U. Hammershaimb
Mynd: Hammershaimb.dk  
 
28.02.2015 - 16:27

Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám skipa fyri degnum.

Fyriskipararnir heita á skúlar, stovnar, fyritøkur og arbeiðspláss um at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini í skúlunum, men í øllum viðurskiftum, soleiðis at bæði næmingar og fólkið alt verða kunnað um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. 

Fjølbroytt skrá

Eisini verða stuttir fyrilestrar og framløgur um móðurmálið í Norðurlandahúsinum. 

Á móðurmálsdegnum verður móðurmálsvirðisløn handað fyri góða málið í lýsingum og handilsligum teksti.

Virðislønin verður handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp.

Fakta um V.U.Hammershaimb (1819 - 1909)  

(Kelda: snar.fo):

Vensil Hammershaimb var sonur seinasta løgmann í Føroyum, áðrenn løgtingið var tikið av í 1816. Tá ið pápin var deyður, flutti hann av løgmansgarðinum á Steig í Sandavági til Havnar saman við mammu síni.

Tólv ára gamal fór hann til Danmarkar, tók studentsprógv og las gudfrøði. Hann hevði eisini hug til norrøn mál. Hann verður nevndur faðir at føroyska skriftmálinum. Í 1841 ferðaðist hann í Føroyum og fór tá at skriva upp fólkaminni.

Í 1855 fór Vensil Hammershaimb heim til Føroya at vera prestur. Hann var Føroya próstur 1862-78, tá ið hann flutti aftur til Danmarkar at búgva.

Av útgávum kunnu verða nevndar “Færøiske Kvæder I” (1851), “Færøiske Kvæder II” (1855), “Føroyingasøga” (1884) og stórverkið “Færøsk Anthologi I og II,” sum Jakob Jakobsen hjálpti honum at búgva til útgávu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864