Lønardeildin hevur fund við fakfeløg um starv

Lønardeildin hevur fund við fakfeløg um starv
Búskapar- og løgfrøðingafelagið vil hava at vita, um útboðið hjá Gjaldstovuni er i samsvari við almenna setanarpolitkkin
Snorri Fjallsbak er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum
 
02.03.2015 - 09:12

Nær er talan um eitt starv, sum skal lýsast leys sambært almenna setanarpolitikkinum?

Tann spurningin fer Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum at viðgera á fundi við Búskapar- og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið og Starvsmannafelagið í hesi vikuni. 

Búskapar- og løgfrøðingafelagið sendi Lønardeildini  nakrar spurningar um hetta, tá tað kom fram, at Gjaldstovan bjóðaði út eitt verkætlanarleiðarastarv á Keypsportalinum. 

Búskapar- og løgfrøðingafelagið vil hava at vita, um útboðið hjá Gjaldstovuni samsvarar við almenna setanarpolitkkin. 

Eisini Starvsmannafelagið hevur víst á, at starvið sum verkætlanarleiðari á Gjaldstovuni eigur at verða lýst leyst sambært almenna setanarpolitikkinum. 

Óheppin orðing

Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at tað er hesin spurningur, sum verður umrøddur á fundinum í hesi vikuni. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ásannar í svari til Kristinu Háfoss, tingkvinnu, at tað er óheppið, at orðingarnar í útboðnum eru soleiðis, at talan tað sama kundi verið um eit leyst starv, tí talan er um um eina útbjóðing av eini konsulenttænastu.

Almenn størv skulu lýsast leys og fylgja almenna setanarpolitikkinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527