Stine Bosse nýggj forkvinna í BankNordik

Stine Bosse nýggj forkvinna í BankNordik
Fýra nevndarlimir leggja frá sær á næsta aðalfundi
 
03.03.2015 - 10:17

BankNordik fær nýggjar nevndarlimir á næsta aðalfundi.

Nevndarformaðurin, Klaus Rasmussen, næstformaðurin, Jens Erik Christensen, Niels Vestermark og Nils Sørensen leggja frá sær.

Tveir partaeigarar, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, skjóta upp at at velja hesi í nevndina á aðalfundinum: Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg, er í uppskoti at gerast forkvinna, Rúni Vang Poulsen, forstjóri í Smyril Line, Súsanna Poulsen, forstjóri í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, umframt Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip.

Jógvan Jespersen hevur áður sitið í nevndini fyri gamla Føroya Banka. 

Klaus fegnast um Stine

Fráfarandi nevndarformaðurin, Klaus Rasmussen, sigur, at tað er gleðiligt, at  tað hevur eydnast at fáa Stine Bosse í nevndina.

- Hon hevur staðið á odda fyri eini av størstu fíggjarligu fyritøkunum í Norðanlondum, og síðani i sitið í nevndini fyri størsta norðurlendska bankanum, Nordea, umframt í eini av størstu fyritøkunum í Evropa, týska fíggjarsamtakinum Allianz. Tað sigur ikki so lítið um bankans sterku støðu, at hon vil átaka sær at bera stafettina víðari, sigur Klaus Rasmussen.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525