Útlendingar hugaðir at fíggja undirsjóvartunlarnar

03.03.2015 - 13:55
InnlendisSamfelag
Útlendingar hugaðir at fíggja undirsjóvartunlarnar
P.f. Sandoyar- og Eysturoyartunlar hevur eisini samband við Íleggingargrunnin um fígging

Í summar eru kanningarnar lidnar, og tá ber til av álvara at fara at leita eftir pengum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Men partafelagið Sandoyar- og Eysturoyartunlar hevur longu fingið fyrispurningar frá lánveitarum uttanlands.

Og í Føroyum er samband við Íleggingargrunnin um fígging.

Partafelagið keypti kanningarnar, sum gamla felagið, Skálafjarðartunnilin, gjørdi. Men neyðugt er kortini at gera fleiri kanningar, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/f Sandoyar- og Eysturoyartunlar.

Felagið hevur fingið skrivstovu á Bryggjubakka í Havn.

Fyrsti aðalfundurin hjá almenna tunnilsfelagnum verður í apríl.

Hoyr samrøðu við Teit Samuelsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV