Krevja hálva millión frá Reidari Nónfjall

Krevja hálva millión frá Reidari Nónfjall
Stýrið fyri Handilsskúlan sigur, at fyrrverandi stjórin fekk peningin av órøttum, tá hann sat í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin.
 
09.03.2015 - 15:52

Hósdagin í næstu viku fer Føroya rættur undir at viðgera sakarmálið, har fyrrverandi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, verður kravdur eftir slakari hálvari millión kr., sum hann av órøttum skal hava fingið, tá hann sat í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin.

Tað er stýrið fyri Handilsskúlan sum stevnir eftir pengunum.

Tað var landsgrannskoðanin sum á heysti í 2011 hvassliga fanst at, at fólk í bygginevndini fyri Marknagilsdepilin høvdu fingið nevndarsamsýningar uttan heimild.

Landsgrannskoðanin helt ikki, at stýrini fyri Handilssúlan og Tekniska skúla høvdu hildið ásetingarnar í viðtøkunum fyri skúlarnar, tá ið tey ikki høvdu biðið Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um góðkenning av samsýningunum.

Og í síni niðurstøðu staðfesti Landsgrannskoðanin, at hon helt tað ikki vera hóskandi atborið fíggjarliga, tá ið nevndarsamsýningar vórðu goldnar, sum heimild ikki var fingin til frammanundan.

Fekk 495.000 kr.

Ein teirra sum fekk nevndarsamsýning var táverandi stjórin á Føroya Handilsskúla, Reidar Nónfjall, sum fekk 495.000 kr.

Fíggjarmálaráðið vildi ikki góðkenna samsýningina til stjóran, og gav stýrinum fyri Handilsskúlan boð um at krevja pengarnar aftur frá stjóranum.

Vildi stýrið ikki gera tað, so skuldi onkur annar syrgja fyri, at pengarnir vórðu kravdi aftur, vóru greiðu boðini frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Stýrið stevndi síðani Reidari Nónfjall eftir slakari hálvari millión, sum hann sum skúlastjóri fekk í samsýning í tíðarskeiðinum frá mei í 2008 til apríl 2011, tá hann sat í bygginevndini fyri Skúladepilin í Marknagili.

Noktaði at rinda

Reidar Nónfjall noktaði at rinda aftur sína samýning, íalt 495.000 krónur.

 - Eg vil blankt afturvísa øllum skuldsetingum. Grundgevingarnar eru heilt burturvið, og eg ætli mær hvørki at rinda pengarnar aftur, ella gera nakra semju við Stýrið. So má málið heldur enda í rættinum, segði Reidar Nónfjall við útvarpið 6. februar 2012.

Á sumri í 2013 valdi stýrið at sevna fyrrverandi stjóranum á handilsskúlanum eftir pengunum.

Síðani hevur verið samskifti millum partarnar, og nú er málið so sett á dagsskrá hjá Føroya rætti.

Málið verður viðgjørt í rættinum hósdagin í næstu viku, tann 19. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107