- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keyp ein posa av luft frá Kanye West

Ein nýggj trend er byrjað á eBay, sum gongur út upp á at selja posar við luft frá Yeezus konsertferðini hjá Kanye West.
Prísirnir á posunum liggja á umleið 700 krónum til 10.000 krónur, og fólk hava bjóðað á fleiri av teimum.
Ein av posunum hevur sambært Billboard fingið 14 boð og er komin á umleið 2.000 krónur. Frágreiðingin til vøruna sigur soleiðis: "Almenn luft frá konsertferðini Yeezus hjá Kanye West!! Fleiri enn 20 posar tøkir! Luft tikin frá fremstu rekkju, inniheldur møguliga andan hjá Kanye!!!"

Sambært The Daily Mail var fyrr í hesi vikuni ein seljari í Pennsylvania, sum fekk yvir 90 boð, har hægsta boðið kom á yvir 400.000 krónur. Lýsingin bleiv tó tikin av síðuni, so mann veit ikki, um posin bleiv seldur.
Kanye sjálvur hevur onga viðmekring til nýggja trendið, men kona hansara Kim Kardashian skrivar á Twitter: "Wow, hann kann selja alt!"
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




