Mærsk selur Esvagt

Mærsk selur Esvagt
Prísurin fyri fyritøkuna fer at liggja um fýra milliardir kr., men vinnulívið í Esbjerg vil ikki selja
Esvagt hevur 40 skip í flotanum, og 800 fólk arbeiða í fyritøkuni
Mynd: Esvagt  
 
10.03.2015 - 09:37

Mærsk fyrireikar nú at selja offshore-fyritøkuna Esvagt.

Frammanundan hevur A.P. Møller/Mærsk m.a. selt sín ognarlut í Dansk Supermarked og síðani Danske Bank.

Berlingske skrivar, at Mærsk fyri góðari viku síðani setti Danske Bank at standa fyri søluni av Esvagt, sum veitir trygdartænastur til boripallar.

A.P. Møller/Mærsk eigur 75 prosent av Esvagt, meðan fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Kent Kirk, sum er næstformaður í nevndini í Esvagt, eigur 25 prosent saman við øðrum. 

Blaðið skrivar, at lokalu vinnulívsfólkini, sum eiga Esvagt saman við Mærsk, ikki vilja selja, tí tey fegin vilja varðveita fyritøkuna í Esbjerg, og at hon ikki skal enda á útlendskum hondum.

Stríðið loyst

- Stríðið við Kent Kirk og hinar eigararnar er onkusvegna loyst, so nú kann Mærsk loksins halda fram við søluni av Esvagt, sigur ein kelda við Berlingske.

Prísurin fyri Esvagt fer at liggja um fýra milliardir krónur, skrivar blaðið við ávísing til fleiri keldur.

Kent Kirk sigur hinvegin til Berlingske, at hann einki kennir til, at Mærsk er í ferð við at selja Esvagt.

Esvagt hevur 40 skip í flotanum og eini 800 fólk í arbeiði.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974