Fólkatalið í Eysturkommunu vaks í fjør

Fólkatalið í Eysturkommunu vaks í fjør
Íbúgvaratalið vaks í fjør 3,5 prosent, - úr 1.934 upp í 2.001 íbúgvar
 
16.03.2015 - 08:58

Talan er um størsta fólkavøksturin í landinum eftir Tórshavnar kommunu.  

Í Leirvík og í Norðagøtu vaks fólkatalið, og tað minkaði í Syðrugøtu, við Gøtugjógv og undir Gøtueiði. 

Fólkavøksturin stendst serliga av, at tað eru fleiri, sum flyta til kommununa. 96 fólk fluttur úr kommununi í fjør, men 154 fluttu til kommununa. Nettotilflytingin var sostatt 58 fólk. 

Útstykking í Syðrugøtu

- Við fólkavøkstri fylgja eisini avbjóðingar. Nýggj útstykking í Syðrugøtu fer at vera klár seinni í ár, og kommunan má undir at útvega fleiri grundstykkir í hinum bygdunum eisini, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, við heimasaíðuna hjá kommununi. 

Samanlagt fyri allar Føroyar vaks fólkatalið við 543 íbúgvum í 2014. Við árslok í 2014 búðu 48.714 fólk í Føroyum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777