Broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap

Broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskot frá stóru andstøðuflokkunum um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap
 
17.03.2015 - 08:31

Javnaðarflokkurin mælir til, at manningar á skipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir føroyskum sáttmálum fyri føroyska arbeiðsmarknaðin

Fjórða várið á rað roynir Javnaðarflokkurin at fáa løgtingið at broyta lógina, so lógin krevur, at manningar á fiskiskipum undir føroyskum flaggi verða løntar eftir teimum sáttmálum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sáttmáli við manningarfeløgini skal vera treyt fyri at fáa føroyskt fiskiloyvi.

Bíligar útlendskar manningar

Javnaðarflokkurin sigur, at seinastu árini eru fleiri og fleiri reiðarar farnir at brúka bíligar útlendskar manningar, sum ikki fáa hýru eftir sáttmálunum hjá føroysku manningarfeløgunum.   

Sambært galdandi lóg ber hetta til, so leingi skipini halda seg uttan fyri 12 fjórðingar og ikki regluliga koma í føroyska havn. 

Javnaðarflokkurin hevði sama uppskot í tinginum í 2012, 2013 og í 2014. Allar ferðir fall uppskotið.

Einki hent

Uppskotið verður lagt fram aftur nú, tí tá løgtingið feldi tað seinast, vísti meirilutin í Vinnunevndini á, at samgongan arbeiðir við at fáa útlendingalógina broytta, so hon krevur, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, sum fyri tað mesta royna uttan fyri 12 fjórðingar, skulu hava føroyskt arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Hóast samgongan fyri einum ári síðani segði seg arbeiða fyri hesum, er framvegis einki hent, sigur Javnaðarflokkurin.

Høvd og slógv til lands

Tjóðveldi vil áleggja skipum og bátum at taka høvd og slógv til lands.

Hetta skal gerast í stigum. Í fiskiárinum, sum byrjar 1.september 2017, skulu 75 prosent av høvdum og slógvi takast til lands.

Hetta er eisini eitt uppskot, sum hevur verið í tinginum fyrr, fyrstu ferð fyri tíggju árum síðani. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646