Danmark: Ósemja um brúkaragjald til læknaviðtalu

Danmark: Ósemja um brúkaragjald til læknaviðtalu
Í Danmark eru flokkarnir á høgravonginum ósamdir í spurninginum um brúkaragjald, tá farið verður til kommunulækna
 
17.03.2015 - 15:46

Fleiri fólkatingslimir í Vinstra siga í spurnarumfari, sum heimasíðan Altinget.dk hevur gjørt, at teir eru fyri at tað skal kosta at fara til lækna.

Sambært fleiri vinstrapoltikarum eru 100 krónur nevndar sum dømi um, hvat tað skal kosta at fara til lækna. 

Vælferðartænasta

Konservativi flokkurin er ikki samdur í, at tað skal kosta pengar at fara til lækna.

Søren Pape Poulsen, Lars Barfoed og Brian Mikkelsen siga allir, at tað skal ikki kosta pengar at fara til lækna.

- Tað er ein vælferðartænasta, at tað er ókeypis at fara til lækna, og soleiðis skal tað eisini vera frameftir, siga teir.

Er goldið umvegis skattin

Fólkatingslimirnir hjá Liberal Alliance, sum hava svarað spurningum frá Altinget.dk, siga allir, at tað skal kosta pengar at fara til lækna.

Og danski fólkaflokkurin er ímóti.

- 100 krónur hvørja ferð er nógvur peningur, eitt nú hjá eldri fólkapensjónistum, sigur flokkurin. Vit hava longu goldið fyri tænastuna umvegis skattin, og tí er tað burturvið at krevja brúkaragjald, sigur Pia Kjærsgaard við Altinget.dk

Vinstri og Liberal Alliance halda fast um, at tað skal kosta at fara til lækna. Borgarligu flokkarnir eru í løtuni í andstøðu, men val verður í Danmark í seinasta lagi í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970