Løgmaður: Eitt heilsuverk við einum stjóra

Løgmaður: Eitt heilsuverk við einum stjóra
Einki sjúkrahús skal niðurleggjast, men dupultfunksjónir skulu lúkast burtur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
 
25.03.2015 - 11:49

Vit skulu hava eitt heilsuverk og eina leiðslu.

Tað segði løgmaður á kjakfundi hjá lokalfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, skrivar Sosialurin.

Tað merkir ikki, at nakað sjúkrahús skal niðurleggjast, men dupultfunksjónir skulu lúkast burtur, segði Kaj Leo Holm Johannesen á fundinum.

Haraftrat fer Sambandsflokkurin eisini at arbeiða fyri, at tað verður ein læknafaklig leiðsla, sum tekur avgerðir, og ikki politikarar, tí tað eru teir ikki førir fyri, segði løgmaður. 

Eymt mál

Tey trý sjúkrahúsini verða vanliga mett at vera eitt politiskt eymt mál, sum kann kosta atkvøður. Seinast, málið varð tikið upp politiskt, var John Johannessen landsstýrismaður í heilsumálum fyri Javnaðarflokkin í 2011. Hann byrjaði eina tilgongd, sum skuldi hava við sær, at tey trý sjúkrahúsini skuldu hava eina leiðslu.

Uppskotið varð klárt at bera í tingið, men so nærkaðist løgtingsval, og so broyttu politikarar støðu, tí lokalpolitikkur kom upp í málið, hevur John Johannessen áður greitt frá í útvarpinum.

John Johannessen varð ikki afturvaldur á løgtingsvalinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531