- Tíðindi, mentan og ítróttur
LeikREAD í Sjónleikarahúsinum
LeikREAD festivalurin er ein partur av Nordic Dramatrain, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum, eitt úr hvørjum norðurlandi.
Festivalurin gongur út uppá, at nøkur leikrit verða vald annaðhvørt ár, verða síðani týdd til øll norðurlendsku málini og at enda framførd sum pallsettar lesingar.
Ein pallsett lesing er sjónleikur við avmarkaðum pallsmíði og búnum. Leikarirnir, sum lesa handritini antin sita, standa still ella røra seg, men lesingin sjálv er framførslan.
Í døgunum 27. og 28. mars verður møgugleiki at uppliva umleið 60 leiklistafólk, bæði føroysk og úr hinum Norðurlondunum, gera pallsettar lesingar av leikritunum.
Tey seks leikritini í ár eru hesi:
Rithøvundarnir
eftir Alejandro Leiva Wenger (SE)
Gunnar Hoydal týddi.
UMsorg
Eftir Torkil Goksøyr & Camilla Martens (NO)
Ria Tórgarð týddi.
Sek
Eftir Hrafnhildur Hagalín (IS)
Pauli Nielsen týddi.
Sangir við gráa havsins strendur
Eftir Pipsa Lonka (FI)
Hans Tórgarð týddi.
Sár á sál
Eftir Kristinu Sundar Hansen (FO)
Allir dreymar mínir verða veruleiki
Eftir Christian Lollike (DK)
Jonhard Mikkelsen týddi.
Meira kunning um tiltakið og skránna er á heimasíðuni hjá Leikarafelag Føroya.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |