Savna undirskriftir: Vilja steðga góðshavn

Savna undirskriftir: Vilja steðga góðshavn
Hundraðtals fólk hava skrivað undir eitt mótmæli á Facebook, har heitt verður á Tórshavnar kommunu um ikki at gera ætlaðu góðshavnina
Undirskriftir verða nú savnaðar á Facebook, har heitt verður á Tórshavnar kommunu um ikki at fara undir at byggja Skansabryggjuna útifyri Skansan
Mynd: Skíggjamynd/Facebook  
 
30.03.2015 - 08:50

Onkur vil hava hana, onkur annar vil hava hana, har piparið grør - nýggju góðshavnina, ið ætlanin er at gera útifyri Skansan í Havn, ið hevur verið nógv umrøtt í seinastuni.

Tí verða undirskriftir í løtuni savnaðar á Facebook, har heitt verður á fólk - ið ikki taka undir við at Tórshavnar kommuna ger Skansabryggjuna - at skriva undir.

 

Vit biðja hervið Tórshavnar Býráð bíða við útbyggingini av kaiøkinum undir Skansanum. Skriva navn og adressu her! So telja vit og senda til Tórshavnar Býrað mikudagin 1. apríl 2015.Chat conversation end

Posted by Skansin on 28. mars 2015

Higartil hava hundraðtals fólk nýtt høvið, har tey heita á kommununa um ikki at fara undir arbeiðið. Undirskriftirnar verða handaðar Tórshavnar kommunu mikudagin 1. apríl.

Tíggju býráðslimir atkvøddu síðst í januar fyri at játta seks milliónir til projektering og forkanningar. Tey samtyktu eisini uppskotið um byggiskrá. Tjóðveldisfólkini í býráðnum atkvøddu ímóti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Týsdag 7. juli
RagnarRokk: Paul Gilbert um WROC
210595
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521