Undirtøka í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum

Undirtøka í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið
Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið. Undirtøka er í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum
 
30.03.2015 - 11:50

Løgtingsgrannskoðararnir hava fulla undirtøku í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum fyri uppskotinum til samtyktar um, at landsstýrið greiðir tinginum frá, hvussu landsstýrið tryggjar sær, at áhugamálini hjá landinum í eitt nú partafeløgum eru røkt á forsvarligan hátt.

Fíggjarnevndin mælir tinginum til at samtykkja uppskotið. Landsstýrið eigur nú at gera reglur, sum tryggja, at áhugamálini hjá landinum í partafeløgum, stovnum og grunnum, sum ikki eru í fíggjarlógini, vera forsvarliga røkt.

Frágreiðing frá august í fjør fyri løgtingið

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt frágreiðing, sum tey fingu frá Landsgrannskoðanini í august í fjør, fyri løgtingið. Tað almenna eigur seks milliardir krónur í partafeløgum og grunnum.

- Men vit hava ongan almennan eigarapolitikk í Føroyum. Tí eigur landsstýrið at koma við lógaruppskoti um almennan eigarapolitikk, segði Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum, við Útvarpið í august í fjør.

Nú hava løgtingsgrannskoðararnir tikið stig til at fáa løgtingið at biðja landsstýrið síggja til, at áhugamálini hjá landinum verða forsvarliga røkt.

Kunngerð setast í gildi skjótast til ber

Løgtingsgrannskoðararnir vilja, at landsstýrið tryggjar sær, at landið hevur ávirkan, sum svarar til váðan ella kostnaðin, landið átekur sær.

Løgtingsgrannskoðararnir vilja eins og Landsgrannskoðanin, at landsstýrismaðurin í vinnumálum setur í gildi kunngerð um landspartafeløg skjótast til ber.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skal gera eina árliga frágreiðing um virkiseindirnar, landið eigur ella er við í, men sum ikki eru í fíggjarlógini, og har roknskapirnir ikki verða lagdir fyri løgtingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777