Ætla sær í Hægstarætt við rokning fyri viðgerð

Ætla sær í Hægstarætt við rokning fyri viðgerð
Heilsumálaráðið vil vita, hvat Hægstarættur heldur um, at Føroya Rættur sendir fólk á sjúkrahús í Danmark uttan at siga heilsumyndugleikunum frá
 
01.04.2015 - 08:17

Heilsumálaráðið ætlar at søkja um loyvi at sleppa í Hægstarætt við málinum um rokningina frá Region Hovedstaden fyri varðhaldsviðgerð á Sct. Hans sjúkrahúsinum í Danmark.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

Men ætlanin er bara at royna ein part av málinum, rokningina fyri fyrstu tíðina, sum filipinski sjómaðurin var í varðhaldsviðgerð fyri føroyska rokning, uttan at Heilsumálaráðið ella landsstýrið vistu av tí.

Talan er ikki bara um pengarnar, men eisini um eitt prinsipp. 

Krevja ávísing

Heilsumálaráðið heldur uppá, at Føroya rættur, ein danskur stovnur í Føroyum, kann ikki senda fólk á sjúkrahús í Danmark uttan at boða landsstýrinum frá, landsstýrinum, sum síðani fær rokningina.

Skulu fólk úr Føroyum á sjúkrahús í Danmark krevst ein ávísing frá føroyska heilsuverkinum, er pástandurin hjá Heilsumálaráðnum. Men sambært Føroya rætti og Eystara landsrætti kunnu danska dómsvaldið og politiið í Føroyum senda fólk í viðgerð í Danmark, sum landsstýrið skal gjalda, men uttan at spyrja landsstýrið.

Tað er rokningin fram til 7.oktober í 2007, sambært dóminum 1,3 mió. kr., sum søkt verður um loyvi at royna í Hægstarætti. Tí tann dagin, 7.oktober í 2007, gjørdi Region Hovedstaden Heilsumálaráðið vart við, at Region Hovedstaden helt seg ikki hava skyldu til at rinda fyri varðhaldsviðgerðina. 

Tá visti Heilsumálaráðið so um støðuna og hevði høvi til at fáa mannin fluttan til Føroya, á Psykiatrisku deild í Havn. Almanna- og heilsumálaráðið, sum tað kallaðist tá, fekk uppskot um avtalu um viðgerðina og, hvussu nógv, hon kostaði. Region Hovedstaden bað ráðið skriva undir avtaluna. 

Men tað gjørdi Heilsumálaráðið ikki. 

Royndu samráðingar

Í staðin fyri royndi landsstýrið seg við samráðingum við danska Heilsumálaráðið. Men fyrst í mars í 2008 fekk ráðið í Føroyum aftur at vita, at landsstýrið skuldi gjalda fyri varðhaldsviðgerðina.      

Og tí noyðist Heilsumálaráðið at rinda Region Hovedstaden fyri at hava Romeo Tibobos í viðgerð og varðhaldi frá 5.juli í 2006 til 5.oktober í 2010. 

Viðgerðin kostaði góðar átta milliónir krónur. Harafturat eru rentur og sakarmálskostnaður, so rokningin frá Region Hovedstaden er 10,3 mió. kr.  Men hon verður minni, tí munur er á prosessrentuni, rættargangsrentuni, í Danmark og Føroyum. Í Føroyum er hon lægri, men í rokningini frá Region Hovedstaden er danska rentan brúkt. 

Hóast Heilsumálaráðið fer at søkja um loyvi at sleppa í Hægstarætt, skal øll rokningin rindast, men tó við føroyskari rættargangsrentu, í seinasta lagi 8.apríl.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (2:4) - teknmálstulkað
184471
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (1:4) - teknmálstulkað
184468