Sputnik verður við til Seniorfestivalin 2015

01.04.2015 - 10:34
Lívsstílur
Sputnik verður við til Seniorfestivalin 2015
Fyri aðru ferð verður skipað fyri Seniorfestivali við Røktarheimið í Runavík. Tordur Niclasen og Súsanna Johannesen eru í útvarpsstovuni

Leygardagin,16. mei verður "Seniorfestivalurin - festivalurin fyri tey tilkomnu," aftur á parkeringsøkinum við Røktarheimið í Runavík.
Umframt at fleiri av okkara bestu tónleikarum/bólkum luttaka, fáa vit í ár vitjan av norska bólkinum SPUTNIK, sum m.a. er kendur við slagaranum "La os leve for hver andre..." og "Luk op din hjerte dør..."

Sputnik úr Noregi

Aðrir tónleikarar, sum eru við, eru Magni Christiansen, Signar í Homrum, Hans Jacob Hjelm , Alex og Kristina Bærentsen.
Fyrireikararnir siga, at fleiri tónleikarar verða avdúkaðir seinni.

Tordur Niclasen og Súsanna Johannesen, úr fyrireikingarbólkinum, eru í útvarpsstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV