Sjúkrakassagrunnurin latið stuðul til tvey tiltøk

Sjúkrakassagrunnurin latið stuðul til tvey tiltøk
Grunnurin hevur valt at stuðla Autismufelagnum og einum felag fyri børn, ið skipar fyri námsskeiði fyri børn við sonevndu Føroyasjúkuni
Sjúkrakassagrunnurin hevur latið stuðul til tvey tiltøk á heilsøkinum. Autismufelagið og eitt felag, ið skipar fyri námsskeiði fyri børnum við Føroyasjúkuni, fáa ávikavist 80.000 og 40.000 krónur
 
02.04.2015 - 20:14

Sjúkrakassagrunnurin hevur latið stuðul til tvey tiltøk á heilsøkinum. Autismufelagið hevur fingið játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna í ár, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september.

Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið góðar 40.000 krónur til EPI-seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra.

Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja.

Eingin umsóknarfreist er til at søkja um stuðul. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar, skrivar Sjúkrakassagrunnurin í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523