Óvist hvat skal henda við avgustinum

Óvist hvat skal henda við avgustinum
Tað er ikki ráðiligt at toga avgustin, ið rendi seg fastan í Hvalba í gjár, aftur til havs, sigur sýslumaðurin í Suðuroy, Jaspur Vang
Í løtuni er ikki greitt, hvat skal gerast við avgustin, ið svam seg fastan á Hvalba um vikuskiftið
Mynd: Kartni Fornagarð  
 
13.04.2015 - 08:14

Avgusturin rendi seg fastan á sandinum í Hvalba seinnapartin í gjár. Fyrrapartin í gjár sóu hvalbingar ein stóran hval koma inn eftir fjørðinum. Fyrst varð hildið, at talan var um døgling, men skjótt var greitt, at talan var um ein avgust.

Seinnapartin kom hann so langt inn, at hann svam seg fastan á sandinum. Menn í froskmannabúna yóku myndir av hvalinum, og á teimum sæst, at hann hevur stór merki fremst á kúluni.

Video: Avgustur strandaður í Hvalba

 

This video is about Augustur í Hvalba

Posted by Kartni Fornagard on 12. apríl 2015

Jaspur Vang sigur, at løgreglan hevur havt samband við djóralækna og náttúrgripasavnið, og tey mæla frá at gera nakað við avgustin, sum støðan er.

- Tað ber ikki til at skera avgustin á háls, og vit hava heldur ikki neyðugar førleikar at skjóta avgustin, sigur Jaspur Vang við útvarpið í morgun.

Hildið verður, at avgusturin er 10-12 langur, og hann kann viga 25 tons. Fundur verður fyrrapartin um, hvat skal gerast við avgustin í Hvalba.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521