Óhoyrt góðar juniorar, sigur Jón Bjarnason

19.04.2015 - 19:13
ÍtrótturSvimjing
Óhoyrt góðar juniorar, sigur Jón Bjarnason
Ikki færri enn 6 nýggj føroysk met og eina rúgvu av juniormetum vóru um vikuskiftið sett á úttøkukapping í svimjihøllini í Gundadali

Støðið var  høgt í svimjihøllini í Gundali, sum um vikuskiftið hevur verið karmur um úttøkukapping til Oyggjaleikirnar og Evropeisku Leikirnar í summar.

Fleiri føroysk met vóru sett í kappingini, men enn einaferð gjørdi 14 ára gamla Sára Ryggshamar Nysted úr Susvim veruliga um seg við heili  3 føroyskum metum og juniormetum.

Hon setti føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing við tíðini 2:19.78.
Poula Øssursdóttir Mohr átti metið frammanundan við tíðni 2:20.21, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 2:21.20. 

Tíðin hjá Sáru er væl undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar sum er 2:20.22. 
Tíðin er eisini undir kravtíð til Evropeisku JuniorMeistarstevnuna í Baku í summar, sum tó tíverri ikki hjálpir Sáru nógv, við tað at hon, við sínum 14 árum, ikki enn hevur junioraldur.

Haraftrat setti Sára føroyskt met og junior met í 800 metra frísvimjing við tíðini 8:55.42. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam teinin við tíðini 8:57.25, og var harvið eisini undir nú farna føroyska metið, og svumu báðar seg til gullnál, sum hevur ásettu kravtíðina 8:58.12 

Og at enda svam Sára Ryggshamar Nysted seg eisini til eitt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, við tíðini 4:55.81. Poula Øssursdóttir Mohr átti føroyska metið áðrenn við tíðini 4:57.64, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 4:59.32.

Signhild Joensen úr Ægir setti føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, vð tíðini 2:19.21. Hon átti sjálv juniormetið frammanundan við tíðini 2:19.24. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 2:20.03 í hesari grein, og svam Signhild sostatt væl undir hesa, saman við Mariu Antoft úr Havnar Svimjifelag, sum svam 2:19.79.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 32.96 sekund. Hon átti sjálv metið á 33.71. Kravtíðin til Oyggjaleikir er 34.12, og var hon eisini heilt nær kravtíðini á 32.85 til Evropeisku Leikir í Baku.

 

Hoyr Jón Bjarnason taka samanum kappingina her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444