»Føroyastreymurin« hitar Arktis

»Føroyastreymurin« hitar Arktis
Seinastu 20 árini hevur Føroyastreymurin økt hitaflutningin til Arktis við í miðal 18 prosentum. Tað gevur góð livilíkindi hjá fiski norðanfyri
Føroyastreymurin, heiti sjógvurin, ið rekur fram við Føroyum, hevur seinastu 20 árini økt hitaflutningin til Arktis
Mynd: Kort: Havstovan  
 
22.04.2015 - 08:13

Fram við Føroyum rekur heitur sjógvur, sum kemur úr Atlantshavi. Hann hitar bæði hav og luft og ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars hevði verið. Men hann ávirkar ikki bara okkum, tí hann heldur fram norðureftir móti Arktis.

Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki, er sjógvurin, sum kemur yvir um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan fyri Føroyar, har hann heldur tí kalda sjónum frá Eystur-íslandsstreyminum burturi frá okkum.

Hetta rák nevnist Føroyastreymurin, sum flytur umleið 120 milliónir megawatt inn í Norskahavið, skrivar Havstovan á heimasíðuni.

Gott fyri fiskin norðanfyri

Hitaflutningurin frá Føroyastreyminum gevur góð livilíkindi hjá makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum.

Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum granskingargrunnum at máta hitaflutningin í Føroyastreyminum, og hann er í miðal øktur 18 prosent seinastu tjúgu árini.

Fyri ein part stavar økingin frá øktum streymi, men tað mesta stavar frá, at sjógvurin er hitnaður umleið eitt stig í hesum tíðarskeiðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792