Sinnopsgassið mundi tikið lívið av John

22.04.2015 - 09:11
Lívsstílur
Sinnopsgassið mundi tikið lívið av John
- Eitt var spýggjan og bløðrurnar, men tá sjónin versnaði, bleiv eg bangin. Tað sigur John Myllhamar, ið upplivdi lagnutúrin við Heldarstindi í 1984

Tann 22. mars í 1984 bleiv ein lagnudagur fyri John Myllhamar og restina av manningini umborð á Heldarstindi. Skipið var farið eystur á fiskileið í russiskan sjógv, tá ein bumba við sinnopsgassi kom í trolið.


Øll manningin, ið tilsamans taldi sjey mans, bleiv álvarsliga sjúk av sinnopsgassinum.


- Vit merktu fyrst ein heilt serligan lukt, sum breiddi seg um alt skipið. Síðani blivu vit trongir, vit spýðu, og tað bleiv verri og verri at anda. Eisini fingu vit bløðrur um allan kroppin, fortelur John Myllhamar.


Men tað ringasta var, tá sjónin byrjaði at vikna.


- Tað sveið ómetaliga illa í eygunum, tey gjørdust reyð og hovin, og tað var næstan ógjørligt at hyggja. Tá bleiv eg bangin, minnist John Myllhamar.


Tímarnir umborð á Heldarstindi, áðrenn læknahjálp kom fram, kendust sera drúgvir.


- Eg minnist, tá vit stóðu uppi á brúnni og bíðaðu eftir, at tyrlan skuldi koma við læknahjálp. Vit vóru allir sera illa fyri og tað tóktist, sum tíðin stóð í stað, sigur John Myllhamar.


Í Vegamótinum greiðir hann millum annað frá upplivingini, sum fóru fram fyri 31 árum síðani, og hvussu hann enn tann dag í dag er ávirkaður av hendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065