Vísur um Freju í Føroyum

23.04.2015 - 10:28
List›Tónleikur
Vísur um Freju í Føroyum
Kærleiksgudinnan Freja, er eina av fáum kvinnum, sum lovprísar manninum og syngur um kærleika og ást til mannin, sigur Stine Michel, sangarinna

Tað er føroyski gittarsnillingurin, Stanley Samuelsen, sum syngur og spælir saman við Stine.

Hetta er ein tónleikasamanrenning, sum tekur útgangsstøðið í fløguni Frejas viser hjá Stine Michel. Her ímyndar hon sær, hvat hevði hent, um norrøna kærleiksgudinnan Freja livdi í einum forstaði í dag við elskarum, børnum, kjólum og kettum. Ferð hennara á jørðini verður ein flættan av søgn og gerandisdegi og ein tónleikalig grundan um lívið sum menniskja og okkara endaleysu leitan eftir kærleika.

Stine Michel og Stanley Samuelsen vitjaðu morgunsendingina í morgun.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025