Sýriski stjórnarherurin er undir trýsti

Sýriski stjórnarherurin er undir trýsti
Uppreistrarlið eru um at taka landspartin Idlib, og tey nærkast eisini heimbýi forsetans.
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2015 - 13:52

 

Islamistisk uppreistrarlið í Sýria hava tikið tað mesta av býnum Jisr al-Shughur, sum er tann seinasti undir sýriskum stjórnarræði í Idlib landspartinum. 

Sagt verður, at stjórnarherliðini flýggja, og at deyðir stjórnarhermenn liggja í gøtunum.

Fellur býurin, er vegurin opin til Latakia, ið er býur Alawite minnilutans, sum ættin hjá sýriska forsetanum, Bashar al-Assad, er partur av.

Býurin er higartil sloppin undan krígsatgerðum, men verður hann álopin og fellur, fer tað um ikki annað at hava ímyndaligan týdning fyri støðu forsetans og vald hansara.

Hesaferð er tað al-Qaeda vongurin, sonevndi Nusra herurin, ið hevur vunnið á stjórnarherinum. Nusra herurin var tann sterkasti, til islamski staturin kom á vígvøllin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815